Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, leggur frá sær sum floksformaður í liberala flokkinum. Tað upplýsti hann á tíðindafundi í Ottowa í dag.
Hann verður tó sitandi sum forsætisráðharri til flokkurin hevur valt nýggjan formann. Justin Trudeau hevur heitt á kanadiska ríkisumboðsmannin um at steðga tingarbeiðinum til 24. mars. Hetta skal geva flokkinum tíð at finna eitt nýtt forfólk.
Trudeu hevur gjøgnum longri tíð verið trýstur av floksfeløgum og vánaligum veljarakanningum. Í september yvirlivdi hann eitt misálitisuppskot frá andstøðuni, og í desember legði fíggjarmálaráðharrin Chrystia Freeland frá sær. Tey vóru ósamd um fíggjarmál og um hvussu ætlaninar frá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, skulu handfarast. Donald Trump ætlar at áseta 25 prosent í tolli á allar kanadiskar vørur.
53 ára gamli Justin Trudeau hevur verið formaður í liberala flokkinum síðan 2013 og forsætisráðharri síðan 2015.
Tjóðartingsval verður í Kanada í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald