Leygardagin endaði eitt áralangt diplomatiskt stríð, sum m.a. elvdi til fongsling av tveimum kanadiskum ríkisborgarum og einum kinesiskum fíggjarstjóra.
Teir báðir, fyrrverandi sendimaðurin, Michael Kovrig og vinnulívsmaðurin, Michael Spavor vórðu bodnir vælkomin heim í gjár eftir at hava sitið meira enn 1000 dagar í Kina.
Tað var kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, sum bjóðaði teimum vælkomin í býnum Calgery, skrivar Ritzau.
Meng Wanzhou, fíggjarstóri í kinesiska telerisanum Huawei, sum hevur sitið afturhildin í Kanada seinastu trý árini, er eisini leyslatin. Hon er dóttur stovnaranum av Huawei, og varð hon afturhildin undir einari millumlending í Vancouver í 2018.
Tað var USA, sum gav boð um at fáa hana útflýggjaða, tí hon varð skuldsett fyri at hava brotið amerikanska handilsstongsulin móti Iran.
Stutt eftir hetta vórðu Michael Kovrig og Michael Spavor handtiknir í Kina. Sambært Kanada var talan um hevnd fyri afturhaldinum av Wanzhou.
Men fríggjadagin gjørdi amerikanska løgmálaráðið eina avtalu við Huawei um at lata Wanzhou leysa aftur. Hetta hendi á rættarfundi, har fíggjarstjórin luttók umvegis video.
Her vísti hon aftur, at hon var sek í ákærunum hjá USA um njósning og fíggjarligt svik, men hon viðurkendi tó ávís fakta í sambandi við málið. Eisini ásannaði hon, at hon ikki segði sannleikan um handilsvirksemið hjá Huawei í Iran.
Les eisini: Huawei-stjóri sleppur heimaftur til Kina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald