Innanlands

Kanjon hevur avhendað KG

Gistingarhúsið í Klaksvík verður av álvara tikið í nýtslu í næstu viku

Jan Petersen, nevndarformaður í KG og stjóri í Christian í Grótinum, og Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon taka lógvatak (Mynd: Norðlýsið)

Jan Petersen, nevndarformaður í KG og stjóri í Christian í Grótinum, og Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon taka lógvatak (Mynd: Norðlýsið)

2026-06-26 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í dag hava vit nátt ein stóran og týðandi varða – KG Hotel er alment latið eigarunum, og sum ætlað gista fyrstu gestirnir á hotellinum longu 1. juli.

Soleiðis skrivaði Kanjon á Facebook-síðu sínari hóskvøldið.

Byggifyritøkan í Klaksvík hevur staðið fyri at byggja gistingarhúsið, sum verður mitt í býnum.

Talan hevur verið eina spennandi og lærurík verkætlan, har nógv dugnalig fólk hava lagt sítt arbeiði og sítt ágrýtni í, og sum man nú sær úrslitið av, staðfestir Kanjon.

Tey eru errin av at hava verið við í stóru verkætlanini, og í næstu viku verður KG Hotel alment tikið í nýtslu. Fyrstu gistingarnar standa at vera mikudagin 1. juli og stórt hátíðarhald verður í Klaksvík í næstu viku.

[object Object]

[object Object]Nógv er hent seinastu mánaðirnar, síðani hendan myndin er tikin (Myndir: Norðlýsið)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder