Uttanlands

Kann fáa upp í 20 ára fongsul fyri njósning

26. juni byrjar rættarmálið móti amerikanska journalistinum Evan Gershkovich, sum í fjør varð handtikin og skuldsettur fyri at njósnast fyri CIA í Russlandi

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)

2024-06-17 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinni í hesum mánaðinum byrjar rættarmálið móti amerikanska journalistinum Evan Gershkovich, sum er ákærdur fyri at njósnast í Russlandi.

Fyrsti rættarfundurin verður í russiska býnum Jekaterinburg 26. juni - fyri afturlatnum hurðum, boðar ein dómstólur í Jekaterinburg frá í dag.

32 ára gamli Gershkovich, sum arbeiddi fyri Wall Street Journal, varð handtikin í mars 2023 og skuldsettur fyri at savna inn upplýsingar fyri CIA í USA um russiska framleiðslu av stríðsvognum. Gershkovich kann fáa upp í 20 ára fongsulsrevsing fyri njósning.

Amerikanski journalisturin noktar seg sekan, men sambært russum varð hann tikin á búri. Amerikansku myndugleikarnir hava eisini víst aftur, at Gershkovich skal hava njósnast fyri USA, skrivar Ritzau.

Matthew Miller, talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum sigur, at ákærnar móti journalistinum eru falskar, og eigur hann at verða leyslatin alt fyri eitt.

Eisini amerikanski forsetin Joe Biden sigur, at viðferðin av Gershkovich er ólóglig.

Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, at hann hevur verið í sambandi við amerikanarar um eitt møguligt fangabýti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder