Innanlands

Fær ikki brúkt blómutyssi til nakað sum helst: Fekk kraftfóður í føðingardagsgávu

Tingmaðurin Henrik Old fyllir 75 ár í dag. Í tí sambandi hevur Javnaðarflokkurin givið honum eina heilt serliga føðingardagsgávu

Aksel V. Johannesen og Henrik Old við sekkinum (Mynd: Javnaðarflokkurin)

Aksel V. Johannesen og Henrik Old við sekkinum (Mynd: Javnaðarflokkurin)

2022-06-20 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnaðartingmaðurin Henrik Old fyllir 75 ár í dag. Hann er sín egin, og tí skuldi eisini heilt serlig føðingardagsgáva til.

- Einaferð kom eitt blómutyssi suður til Vágs, tá Henrik hevði føðingardag. Tá bilførarin kom við blómunum, bað Henrik hann heldur seta tær av hjá seyðinum. Blómur kundi hann ikki brúka til nakað sum helst, men kanska seyðurin fekk gleði av teimum. ”So hevði verið nógv betri við einum sekki av kraftfóðri”, helt hann fyri.

Og so bleiv. Javnaðarflokkurin hevur í dag heilsað Henriki við køku, sjokulátu og einum sekki av kraftfóðri.

- Aldurin hvørki sæst ella merkist á manninum, sum júst er komin aftur úr Grønlandi, har hann hevur verið á fundi við Útnorðurráðnum. Orkan er sum á einum unglingi. Hann arbeiðir, passar abbabørn og seyð og gongur høgt uppí at vitja og minnast tey rundan um seg. Spurningurin er, hvat slag av kraftfóðri hann sjálvur fær, skrivar Javnaðarflokkurin skemtiliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder