Innanlands

Kann ikki taka ábyrgd av trygdini

18 tænastumenn skulu gera sama arbeiði sum 300 sjúkrarøktarfrøðingar. Stór óvissa valdar í Sjúkrahúsverkinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-11-01 15:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki gevur fleiri undantøk í Sjúkrahúsverkinum merkir, at omanfyri 300 sjúkrarøktarfrøðingar fara til hús klokkan 16 í morgin.

Tað leggur føroysku sjúkrahúsverkini meira ella minni lamin.

- Í dag og í morgin hyggja vit eftir virkseminum. Hóast vit eru niðri á akuttum virksemi, mugu vit hyggja eftir hvør kann útskrivast, so tað er so lítið virksemi sum gjørligt í morgin, segði Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, við útvarpið seinnapartin.

- Vit vóna, at partarnir saman finna eina loysn so vit koma burturúr hesum, sigur hann.

- Vit kunnu ikki vera sjúkrarøktarfrøðingarnir í sjúkrahúsverkinum fyri uttan, og tænastumenninir kunnu ongantíð viga upp ímóti. Tað eru 17 ella 18 tænastumenn, og vit býta teir út á deildirnar so eingin liggur óhjálpin, greiðir sjúkrahússtjórin frá.

Men tænastumennninir hava ikki somu førleikar sum sjúkrarøktarfrøðingar, og við tí kann eg sum stjóri ikki standa inn fyri trygdini á sjúkrahúsinum longur, staðfestir Steinar Eirikstoft.

Undantøkini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru galdandi til klokan 16 í morgin, og verða tá - sum tað sær út í løtuni - ikki longd.

Les eisini: Verkfallið harðnar: Nú kann sjúklingatrygdin vera í vanda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder