Uttanlands

Kann ikki útiloka, at hann fer at vitna

Mike Pence kann ikki útiloka, at hann fer at vitna móti Trump, sum er ákærdur fyri samansvørjing

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence (Mynd: EPA)

2023-08-07 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence vil ikki útiloka, at hann fer at vitna í málinum um samansvørjing móti Donald Trump, segði hann í sendingini "Face the Nation" sunnudagin sambært Reuters.

Hann hevur ongar ætlanir um at vitna, men um tað verður kravt av honum, ger hann tað.

– Fólk kunnu líta á, at vit fara at halda lógina, segði Pence og legði afturat at hann "bara fór at siga sannleikan".

Sakførarin hjá Trump, John Lauro sigur, at ein vitnisfrágreiðing frá Pence hevði verið kærkomin.

– Mike Pence fer at vera ein av okkara bestu vitnum í rættinum, segði hann í samrøðu við ABC.

– Eg kann ikki bíða, til eg fái møguleikan at tráspyrja Pence.

6. januar 2021, tá úrslitið av amerikanska forsetavalinum í november 2020 skuldi góðkennast av Kongressini, var tað Pence, ið sum forseti av Senatinum hevði ábyrgdina av tilgongdini. Pence noktaði at ógilda valúrslitið, og tí varð hann av viðhaldsfólkum hjá Trump mettur at vera ein svíkjari.

Pence er ein av republikanarunum, sum bjóða Trump av í stríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni á komandi forsetavalinum í 2024. Fyrrverandi varaforsetin liggur tó langt aftanfyri fyrrverandi forsetan í veljarakanningunum.

Les eisini: Donald Trump liggur nógv fremst í kanningunum

Ein veljarakanning síðst í juli gav Trump 54 prosent av atkvøðunum, meðan guvernørurin í Florida, Ron DeSantis fekk 17 prosent. Mike Pence fekk bert trý prosent.

Les eisini: Trump vil hava nýggjan dómara í rættarmáli um samansvørjing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder