Innanlands

Kann kosta 60 milliónir at rudda Føroyingahavnina

Alt eftir hvussu gjølla Føroyingahavnin verður ruddað, kann tað kosta upp til 60 milliónir at rudda hana.

2018-07-30 12:56 Author image
Regin Winther Poulsen

Føroyingahavnin í Grønlandi var í nógv ár týdningarmikið inntøkugrundarlag hjá nógvum føroyskum familjum, men seinastu 30 árini, hevur onki virksemi verið í havnini og tí er havnin follin í órøkt. 

Seinastu árini hevur ljóðað at Føroyingahavnin skal ruddast og grønlenska stjórnin hevur eisini greitt føroyskum myndugleikum frá, at tað beinleiðis er teirra ynski, at havnin verður ruddað. 

Í ískoytispartinum til ólavsøkurøðuna hjá løgmanni stendur at lesa, at í januar lat ein kanningarnevnd frágreiðing úr hondum, har mælt verður til at alt økið verður ruddað. Víðari stendur, at hetta kann kosta góðar 60 milliónir, um alt verður gjørt. Hinvegin kann arbeiði eisini kosta nógv minni, um størru maskinurnar og betongelementini standa eftir, og alt verður brent á staðnum. 

Landsstýrið bíðar nú eftir svari frá grønlenskum myndugleikum, sum hava fingið arbeiði frá kanningarnevndini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder