Gott 100 skógareldar herja í løtuni avstralska statin New South Wales, og fleiri enn 2000 sløkkiliðsfólk stríðast í løtuni við at fáa tamarhald á støðuna.
Sambært Reuters eru fleiri enn 680 heim oyðiløgd í Eysturavstralia, og í minsta lagi fýra fólk hava latið lív.
Norðan fyri Sydney, gjørdist fleiri størri eldar í gjár til ein risastóran eld sum dekkar eitt øki á uml. 3350 ferkilometrar.
Sambært Ritzau, hevur roykurin nú lagt seg sum eina tjúkka dýnu yvir Sydney, og eru nógv uttanduratiltøk vorðin avlýst orsaka av hesum.
Sambært myndugleikunum, kann tað vera fleiri vikur, áðrenn risastóri eldurin er sløktur.
Og líkt er til, at støðan fer at versna í Avstralia. Í summartíðini, sum í Avstralia varar frá desember til februar, væntar mann hitabylgju, turk og fleiri skógareldar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald