Uttanlands

Kann taka langa tíð áðrenn valúrslitið er klárt

Orsakað av nógvu brævatkvøðunum og methøgu valluttøkuni, kann tað taka fleiri dagar ella møguliga vikur, áðrenn vinnarin av amerikanska forsetavalinum er funnin

Langar bíðirøðir í Indiana (Mynd: EPA)

Langar bíðirøðir í Indiana (Mynd: EPA)

2020-11-02 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin verður amerikanska forsetavalið, har amerikanarar skulu velja, um tey ynskja demokratiska Joe Biden sum forseta, ella um tey ynskja at varðveita Donald Trump í fýra ár afturat.

Men bíðitíðin kann gerast drúgv, áðrenn endaliga úrslitið er klárt. Hetta er m.a. orsakað av metnógvu brævatkvøðunum, sum skulu teljast, og einari valluttøku, sum væntast at gerast methøg.

Mánadagin høvdu 94 mió. amerikanarar longu atkvøtt.

Sostatt kann tað enda við at taka fleiri dagar ella vikur, áðrenn allar atkvøðurnar eru taldar.

Fleiri statir eru tó longu í ferð við at telja sínar brævatkvøður, og tí kunnu teir hava eitt úrslit klárt rættiliga skjótt á valnáttini.

Men aðrir statir sleppa ikki at telja brævatkvøðurnar fyrr enn á valdegnum, og tí kann tað taka fleiri dagar, áðrenn allar eru taldar. Um valið er tætt, kann tað eisini enda við, at atkvøðurnar mugu teljast á nýggjum, og so verður bíðitíðin uppaftur longri, sigur Niels Bjerre-Poulsen, lektor á Syddansk Universitet, við TV2.

Tað kann eisini enda við, at valið má avgerast í rættinum, sigur hann.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur nevniliga áður sagt, at hann ikki vil loyva statum at telja atkvøður eftir valdagin, hóast hann sambært vallógini ikki hevur heimild at nokta teimum tað.

Republikanarar í statinum Texas royna eisini at fáa 127.000 atkvøður ógildaðar. Atkvøðurnar eru greiddar í Harris Country, har mann væntar nógvar demokratiskar atkvøður. Orsøkin til, at atkvøðurnar eiga at verða ógildaðar, siga republikanarar, er, at veljararnar atkvøddu úr sínum bilum.

– Um tað enn einaferð eydnast Donald Trump at vinna valmannaráðið, kann tað góðtakast útfrá einum fólkaræðisligum sjónarmiði, men um hann bert megnar at vinna við at fáa hundraðtúsundatals atkvøður ógildaðar, er tað ein trupulleiki fyri amerikanska fólkaræðið, sigur Niels Bjerre-Poulsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder