2025-01-08 17:06
Eirikur Norðberg hjá Sev upplýsti fyri løtu síðani, at tað kann taka upp til tveir tímar áðrenn øll hava fingið streymin aftur.
Feilurin er staðfestur á eini 60 kiloWatt skipan í Skálafirði. Fyrst var tað ein partur av Eysturoynni og Norðoyggjar, sum mistu streymin. Hereftir fór streymurin um alt meginøkið.
Manningin á Sev er nú farin at starta skipanina uppaftur. Nakrar bygdir hava helst longu fingið streymin, men tað kann kanga upp móti tveimum tímum áðrenn øll hava fingið streymin aftur, upplýsti vakthavandi hjá Sev fyri útvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald