Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, hevur sambært Degi og viku, sagt ósatt fyri løgtinginum og hevur tí eisini brotið lógina um ábyrg landsstýrismanna.
Tað er niðurstøðan frá landsstýrismálanevndini, sum enn ikki er almenn, men sum Kringvarpið hevur fingið upplýsingar um.
Setningurin, sum kann fella Ingilín Didriksen Strøm er sagdur á tingfundi um Bústaðir 2. mai í ár.
- Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðar haldførinum hjá Búðstøðum, segði Ingilín Didriksen Strøm.
Landsstýriskvinnan fekk eina viku at koma við sínum viðmerkingum til niðurstøðuna, men hevur biðið um longda freist 7. oktober.
Løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, segði í 2015, at um eitt landsstýrisfólk sigur ósatt við vilja, skal tað hava politiskar avleiðingar.
Nú verður mett, at tríggir møguleikar eru.
Tann fyrsti er, at Ingilín Didriksen Strøm leggur frá sær sum landsstýriskvinna. Annar møguleikin er, at løgmaður loysir hana úr starvi. Triði møguleikin er, at eitt misálitisuppskot verður lagt fyri løgtingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald