Innanlands

Kanna aftur í Vágum leygardagin

Fyrstu 413 kanningarnar vórðu gjørdar á nýggju kanningarstøðini hjá Vága kommunu í gjár

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2021-11-12 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vága kommuna hevur, saman við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkinum, í longri tíð arbeitt við at fáa sett upp eina lokala kanningarstøð í Vágum, og í gjárkvøldið vórðu tær fyrstu 413 kanningar gjørdar á nýggju kanningarstøðini hjá Vága kommunu.

Hóast nakað av bíðitíð og eina løtu eisini tekniskir trupulleikar við skrásetingartólunum, so gekk tað væl at pota teir 413 borgararnar, sum ikki noyddust av oynni at verða kannaðir, sigur Ásla Leila B. Johansen sum hevur staðið fyri at samskipa kanningarstøðina saman við Sølva Simonarson vegna Vága kommunu, og Selmu Herup og Biritu K. Samuelsen frá Sjúkrahúsverkinum. Aftur at sær hava tey eitt herlið av lokalum og royndum fólki at pota.

Eftir ætlan verður kanningarstøðin opin tríggjar dagar um vikuna. Týsdagar og hósdagar frá kl. 18 til kl. 20 og leygardagar frá kl. 12 til kl. 14.

Longu nú er klárt at bíleggja tíð til at verða kannaður leygardagin við at fara inn á kanning.corona.fo, og velja Miðvág sum kanningarstað, skrivar Vága kommuna.

Fyri at stytta um bíðitíðina, hevur tað týdning at møta til ásettu tíð, og ikki at møta ov tíðliga Av misgáum, hevur sunnudagurin frá seinast ligið úti á bíleggingarsíðuni, har nøkur hava bílagt sær tíð. Hesi kunnu møta leygardagin ístaðin. Ikki er neyðugt at bíleggja av nýggjum, men nýta tí strikukotuna sum varð send út. Vónandi verður hetta átakið við til at fyribyrgja at smittuspjæðing kemur í oynna, við tað at møguligir smittaðir borgarar verða funnir í góðari tí, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder