
Fríggjakvøldið og sunnukvøldið varð kannað fyri koronu í Vestmanna, og kannað verður aftur í bygdini hesa vikuna.
Vestmanna kommunu upplýsir á heimasíðuni, at kannað verður í Miðhøllini frá klokkan 17 til 19 týskvøldið 30. november og fríggjakvøldið 3. desember.
Higartil eru 517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna.
Fríggjakvøldið 26. november vórðu 248 fólk kannað. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi til langa bíðirøð. Sunnukvøldið 28. november vórðu 269 fólk kannað í Vestmanna, uttan bíðirøð.
Tað var í farnu viku, at Vestmanna og Kvívíkar kommuna gjørdu avtalu við Sjúkrahúsverkið um koronukanningar, meðan smittutrýstið er høgt í økinum. Korona hevur m.a. gjørt um seg á Vestmanna skúla, og hevur skúlin tí verið stongdur síðan 25. november, og hann verður verandi stongdur til 5. desember.
Seinastu 14. dagarnar eru tilsamans 103 tilburðir staðfestir í Norðurstreymoy, og fríggjadagin vórðu 20 tilburðir staðfestir í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald