2021-02-24 20:56

Nú verður peningur játtaður til at gera forkanningar til eitt berghol undir Húsahaga. Tað ætlar býráðið, og málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld.
Arbeiðið verður gjørt sum liður í innkomuvegnum. Fjallið verður kannað fyri at staðfesta, hvørt tað ber til at bora eitt berghol millum Villingadal og Hotel Føroyar.
Bergholið verður áleið 1300 metrar til longdar. Kanningararbeiðið er mett at kosta 800.000 kr.
Jarðfeingi skal eftir ætlan gera útbjóðingartilfarið, og síðani verður arbeiðið at gera forkanningarnar boðið út.
Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald