Innanlands

Kanna eisini fyri korona á jólum

Á øllum trimum kanningarstøðum hjá Sjúkrahúsverkinum ber til at kanna seg tollaksmessudag, fyrsta jóladag og nýggjársdag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-21 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum í Havn, Tvøroyri og Klaksvík, verður eisini kannað á jólum og á nýggjárinum.

Á øllum trimum kanningarstøðum ber til at kanna seg tollaksmessudag, fyrsta jóladag og nýggjársdag, og í Havn verður enntá eisini kannað jólaaftan, annan jóladag og nýggjársaftansdag.

Kanningartíðirnar frá í dag og fram til 1. januar síggjast niðanfyri:

Á Eystaru bryggju í Havn

21. desember kl. 17 - 19

22. desember kl. 20 - 22

23. desember kl. 17 - 19

24. desember kl. 10.30 - 12.30

25. desember kl. 8.30 - 10.00

26. desember kl. 11.30 - 13.30

28. desember kl. 17 - 19

29. desember kl. 20 - 22

30. desember kl. 17 - 19

31. desember kl. 14 - 16

1. januar kl. 16 - 18

 

Við Trongisvágs skúla á Tvøroyri

21. desember kl. 8 - 10

23. desember kl. 8 - 10

25. desember kl. 9 - 12

28. desember kl. 8 - 10

30. desember kl. 8 - 10

1. januar kl. 13 - 15

 

Á Faktorsvegi í Klaksvík

21. desember 8 - 12

23. desember 8 - 12

25. desember 8 - 12

28. desember 8 - 12

30. desember 8 - 12

1. januar verður eisini kannað. Nærri boð um tíðir koma seinni.

Sjúkrahúsverkið fylgir neyvt við støðuni, og verður tørvurin brádliga størri orsakað av einum nýggjum smittuútbroti, verða neyðugar tillagingar gjørdar, skrivar corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder