2020-12-22 23:36

Tað er framvegis stórur áhugi fyri at lata seg kanna fyri covid-19, nú tað stundar til høgtíðina.
Sjúkrahúsverkið boðar í kvøld frá, at tað eisini verður kannað fyri koronu á Eystaru bryggju millum í morgin 23. desember millum klokkan 9.30 og 12.30.
Kannað verður eisini seinnapartin og út á kvøldið mikudagin, men allar kanningartíðirnar seinnapartin eru longu farnar.
Í kvøld vóru um 1000 fólk og lótu seg kanna á Eystaru bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald