2023-12-03 10:58
Í nátt hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Kortini hava verið nakrar støður, har løgreglan hevur verið noydd at skilja fólk sundur. M.a. varð løgreglan boðsend í sambandi við húsaófrið í høvuðsstaðnum, men hetta bleiv ikki til nakað mál.
Løgreglan arbeiðir eisini við einum harðskapsmáli frá í nátt, sum tey ikki fáa sagt so nógv um í løtuni. Tey mangla enn at avhoyra fólk, sigur vaktleiðarin.
– Eg kann siga so mikið sum, at vit hava ein mann liggjandi í sambandi við eitt harðskapsmál, sum er hent á einum bústaði í Eysturoynni, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald