Innanlands

Kanna ferðsluna í Vága kommunu

Eitt termiskt myndatól er sett upp sum telur ferðslu á mátar ferðina á ferðsluni

(Mynd: Vaga.fo)

(Mynd: Vaga.fo)

2021-10-08 10:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Saman við ATKI, er Vága kommuna farin undir eina royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstri í Miðvági. 

Endamálið við skrásetingini er, at síggja hvar møguligir trupulleikar í ferðsluni eru, hvat tíð av degnum mest ferðsla er og hvussu skjótt tað verður koyrt, sigur kommunan á heimasíðuni.

Eisini er møguligt at skráseta ferðamynstri hjá fólki sum ganga og eru á súkklu, og um hvørjir møguligir vandar eru á leiðini.

Tað er eitt termiskt myndatól, sum er sett upp við Vesturvón. Myndatólið telur ferðslu og mátar ferðina á ferðsluni. Myndatólið reagerar uppá hitan á tí sum kemur framvið myndatólinum. Kommunan vissar um, at myndatólið ikki vísir hvør bilurin ella fólkið er, men at myndatóli skrásetur tal av bilum, um tað er bleyt ella tung ferðsla og hvussu skjótt koyrt verður.

Kanningin skal geva kommununi verulig tøl og dátur um ferðslumynstrið, har børn og ung ganga í skúla hvønn dag, og sum kann hjálpa kommununi og Landsverk at taka støðu til um hvørji átøk mugu gerast fyri at verja skúlabørn. Royndarverkætlanin kemur at halda fram í umleið 4 mánaðir.

Sambært Vága kommunu, er hendan royndaverkætlanin tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, hon er GDPR góðkend og fylgir reglum hjá Dátueftirlitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder