2021-10-20 13:58

Løgreglan kannar framvegis eldsbrunan á Stykkinum fyri nærum einum mánaða síðani.
Tað var um kvøldið 25. september, at eldur kom í trý hús. Tey fóru illa í eldinum, men eingin fráboðan var um fólkaskaða.
Maðurin, sum er skuldsettur í málinum, situr framvegis í varðhaldi, skrivar Kringvarpið. Varðhaldsfongslingin er longd til 12. november.
Málið verður kannað sum eldáseting.
Sí eisini: Myndir: Húsini eru illa farin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald