Innanlands

Kanna harðskapsmál frá Tórsfest

Ein persónur hevur verið fyri harðskapi og hevur brotið kjálkabeinið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-28 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Tórsfest hevur løgreglan skrásett eitt mál um harðskap í gjár.

Talan er um ein persón, sum er blivin álopin - møguliga av fleiri persónum, og viðkomandi hevur brotið kjálkabeinið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Eingin er handtikin í málinum, men ein brotsmaður er í øllum førum eyðmerktur.

Løgreglan hevur avhoyrt nøkur vitni, og fleiri avhoyringar skulu gerast. Tað verður eftir ætlan gjørt eftir ólavsøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder