2021-11-27 10:16

Í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í Havn.
Løgreglan veit enn ikki rættiliga at siga, hvat tað er, sum er farið fram, men sum skilst er talan um sonevndan ómotiveraðan harðskap, og ein maður hevur fingið skaða og hevur hann eisini latið seg kanna á Landssjúkrahúsinum.
Hvønn skaða talan er um, verður ikki upplýst.
Av politistøðini verður sagt, at tey hava brotsmannin á støðini í løtuni, og at báðir partar skulu avhoyrast seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald