2022-01-14 10:02

Løgreglan kannar í dag eitt harðskapsmál, sum er hent í Havn í nátt.
Á politistøðini hava tey ikki so nógv at siga um málið í morgun, tí kanningar verða gjørdar í dag, og fólk verða avhoyrd.
- Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, og tá vit koma á staðið verður ein politistur eisini útsettur fyri harðskapi, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.
Tá eitt løgreglufólk verður álopið er talan um grein 119, sum gevur serliga harðan straff.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald