Innanlands

Kanna herverksmál í Havn

Onkur hevur knúst rútarnar í einum bili hjá Glasi, sum stóð parkeraður millum Glasir og Skúlan á Fløtum – Málið varð meldað leygardag seinnapart, og er tað helst hent náttina fyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-25 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardag seinnapart fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á ein bil í vesturbýnum í Havn.

Talan var um onkrar rútar, sum vóru knústir á einum bili hjá Glasi, sum stóð parkeraður millum Glasir og Skúlan á Fløtum.

Málið varð meldað leygardagin, men tað er helst hent leygarnáttina, sigur løgreglan.

Løgreglan kannar málið í løtuni, og hava tey eisini spor at ganga eftir, men tey vilja fegin hoyra frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt í sambandi við málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder