Innanlands

Kanna hví eldur kom í goymslubygning í Vági

Í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum goymslubygningi hjá Vágs Skipasmiðju, og bygningurin fekk stóran skaða

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-30 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint seinnapartin í gjár, nakað eftir klokkan fimm, varð boðað frá eldi í einum goysmlubygningi hjá Vágs Skipasmiðju.

Løgregla og sløkkilið varð sent á staðið, og ein góðan tíma seinni varð boðað frá, at eldurin var sløktur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bygningurin hevði fingið rættiliga stóran skaða, og ymiskt tilfar, sum var inni í bygninginum, var farið upp í royk. Tað eydnaðist tó at fáa onkur akfør úr bygninginum.

Løgreglan veit ikki, hvør orsøkin var til eldin, men tað verður kannað nærri komandi dagarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder