
Heilsustýrið fer nú at kanna orsøkina til lækkandi undirtøkuna fyri barnakoppseting, og sum liður í hesum verður ein hugburðskanning nú gjørd.
Øll foreldur at børnum undir seks ár fáa tí í hesum døgum innbjóðing sendandi í Vanganum um at luttaka í eini spurnakanning um hugburð til barnakoppseting.
– Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur, t.d. tey, ið eru ov sjúk at verða koppsett, og nýføðingar. Í Føroyum hava vit eina koppsetingarætlan fyri børn, sum hevur til endamáls at verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum við at koppseta tey eftir einum tilmældum leisti. Mælt verður til, at barnið fær fyrstu koppsetingina, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt, skrivar Heilsustýrið.
Málið hjá Heilsustýrinum er at kanna, hvønn hugburð foreldur í Føroyum hava til at koppseta síni børn. Spurningarnir í kanningini snúgva seg í høvuðsheitum um hugburð og álit, og væntandi fáast ábendingar um møgulig ivamál ella forðingar, foreldur hava viðvíkjandi barnakoppseting.
Úrslitini frá kanningini verða brúkt til at gera greiningar, sum ætlandi kunnu brúkast sum grundarlag í arbeiðinum at kunna um barnakoppseting. Líknandi kanningar verða javnan gjørdar kring heimin.
– Hagfrøðisliga virðið á kanningini er knýtt at luttakaratalinum, so tess fleiri svara, tess meira eftirfarandi eru kanningarúrslitini. Umráðandi er eisini at fáa breiða umboðan úr øllum landinum, og at bæði mammur og pápar luttaka. Heilsustýrið heitir tí á øll, sum hava fingið innbjóðing, um at taka væl í móti kanningini og geva sítt íkast við at svara. Tað tekur umleið fimm minuttir at svara, skrivar Heilsustýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald