Uttanlands

Kanna hví so nógvir fiskar eru deyðir

Tað flýtur við deyðum fiski í ánni Oder millum Týskland og Poland

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-16 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týskland og Poland hava sett ein bólk av serfrøðingum, sum skal taka sær av umhvørvisanlukkuni, har fiskur í stórum tali er deyður í ánni Oder, ið rennur á markinum millum londini bæði.

Tað upplýsir týska umhvørvismálaráðið, sambært Ritzau. Hetta hendi eftir ein fund sunnudagin í Polandi, har umhvørvisráðharrarnir í báðum londunum vóru við.

- Serfrøðingar arbeiða við at kanna málið, so tey sum skjótast kunnu finna útav, hvat orsøkin er til stóra fiskadeyðan og skaðarnar í ánni Oder, sigur Steffi Lemke, ið er umhvørvismálaráðfrúa í Týsklandi, sambært Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder