2021-11-10 13:28

Í morgin verður møguligt at kanna seg fyri koronu í Skótahúsinum við Løkin í Runavík.
Tað er Landssjúkrahúsið, sum skipar fyri kanningunum í samstarvi við Runavíkar kommunu. Landssjúkrahúsið tekur royndirnar, og kommunan tekur sær av hinum praktiska partinum, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuna.
Kannað verður frá klokkan 17 til 22, og neyðugt er at bíleggja kanning á korona.fo frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald