Innanlands

Kanna í Runavík týsdagin

Týsdagin í komandi viku verður møguleiki at verða kannaður fyri koronu í Skótahúsinum við Løkin – Talan er um eitt samstarv millum Runavíkar kommunu og Klaksvíkar sjúkrahús

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-01-22 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 25. januar í tíðarskeiðnum 9 - 15 verður aftur møguleiki at verða kannaður fyri koronu í Skótahúsinum við Løkin í Runavík.

Fríggjadagin varð avtala gjørd millum Alexandru á Dul, stjóra á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen.

Sjúkrahúsið tekur royndirnar, og kommunan tekur sær av hinum praktiska partinum. Neyðugt er at melda til kanningina á www.korona.fo, og neyðugt er at hava váttina um tilmelding við sær á staðið. Latið verður upp fyri tilmelding nú í vikuskiftinum, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Kommunan leggur afturat, at tað er sera umráðandi, at fólk bert bóka tíð til kanning, um tað er neyðugt at lata seg kanna – annaðhvørt, tí mann hevur sjúkueyðkenni, ella tí tað er í samsvari við sóttarhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder