Løgreglan kannar í løtuni tvey innbrot – eitt í Miðvági og eitt í Klaksvík.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eitt innbrot í FK í Miðvági og eitt í Atlantis Bio í Klaksvík varð meldað í gjár.
Innbrotið í Klaksvík hendi fríggjanáttina. Onkur hevði brotið ein stóran rút og verið inni og stolið úr kioskini.
Innbrotið í Miðvági er farið fram um høgtíðina, men tað varð fyrst uppdagað í gjár, tá starvsfólk komu aftur til arbeiðis. Her var talan um onkran, sum hevði tømt kassan fyri vekslipengar.
Løgreglan er enn í ferð við at kanna innbrotini, og í løtuni hava tey onga ábendingar um, hvør hevur brotið inn, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald