Mentan

Kanna karmarnar fyri virknum ítróttar- og útilívi hjá borgarum í Sunda kommunu

Sunda kommuna er farin í nýtt samstarv um frítíðarkarmar

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-04-15 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hósdagin hevði Sunda kommuna forkunnuga vitjan av Jakob Færch frá Lokale og Anlægsfonden - eisini nevndur LOA-grunnurin.

Endamálið við vitjanini var, at kanna karmarnar fyri virknum ítróttar og útilívið hjá borgarum í kommununi, og tosa um hvussu kommunan saman við LOA-grunninum kann betra um karmarnar.

Kommunan hevur tvær stórar byggiverkætlanir í gongd. Fyrsta ítróttarhøllin verður bygd við Streymin og ítróttarøkið við Margáir við m.a. venjingarhøli verður bygt. Eisini eru ymsar aðrar verkætlanir á tekniborðinum, sum skulu eggja borgarum til eitt virkið útilív runt um í bygdunum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Borgarstjórin, saman við umsiting og umboðum fyri Brim arkitektar vitjaðu í Saksun, við Margáir og í Náttúrulundini við Streymin. Umframt hetta, varð seinnaparturin brúktur til fund um ítøkiligar ætlanir og møguleikar fyri samstarvi.

Til seinast varð býráðið kunnað um virksemi hjá LOA- grunninum og um komandi samstarvið millum Sunda kommunu og LOA-grunnin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder