placeholder
Innanlands

Kanna mál um valdstøku

Ein 30 ára gamal maður skal leygarkvøldið hava roynt at valdstikið eina kvinu í tjúgunum. Hetta hendi í Vesturbýnum í Havn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-22 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur handtikið ein 30 ára gamlan mann, sum nú er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Hetta váttar Heri Andreassen, kanningarleiðari hjá løgregluni, fyri útvarpinum í dag.

Tað er í sambandi við eitt mál í Havn leygarkvøldið, har tann 30 ára gamli skal hava valdstikið eina kvinnu í tjúgunum.

Hendingin skal vera farin fram í Vesturbýnum í Havn.

(Rættað k. 18:52: Vit skrivaðu fyrst, at hendingin skal vera fram í Eysturbýnum í Havn. Tað er ikki rætt. Hendingin er farin fram í Vesturbýnum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder