Uttanlands

Kanna møgulig krígsbrotsverk í Kharkiv

Tað er greitt, at nógv brotsverk eru framd móti sivilfólki, sigur løgregluovasti – Í løtuni eru 200 kanningar settar í verk í økinum

Fylgisveinamynd av grøvum nærindis Izjum. Í minsta lagi 440 fólk eru grivin har (Mynd: EPA)

Fylgisveinamynd av grøvum nærindis Izjum. Í minsta lagi 440 fólk eru grivin har (Mynd: EPA)

2022-09-17 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Ukraina eru fleiri enn 1.000 løgreglufólk send til Kharkiv-landslutin fyri at kanna, hvat hendi, meðan økið var hersett av Russlandi.

Ein løgregluovasti sigur, sambært Ritzau, at mann í býunum Balaklija og Izjum kann síggja, at nógv brotsverk eru framd móti sivilfólki, og eru fleiri enn 200 kanningar settur í verk í Kharkiv.

Balaklija og Izjum eru millum býirnir, sum seinastu vikuna eru vunnir aftur frá russum. Í hesum býum eru funnin tilsamans tíggju støð, har fólk hava verið útsett fyri píning.

Í Balaklija skulu upp móti 40 persónar eitast at hava verið afturhildnir, eyðmýktir og píndir á einari lokalari løgreglustøð, og fríggjadagin varð boðað frá, at mann hevur funnið í minsta lagi 440 gravir í Izjum. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur tó, at tað er ov tíðliga at siga, hvussu nógv fólk eru grivin har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder