
Tórshavnar kommuna fer nú at gera nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum. Kanningarnar, sum fevna um brúkarar, avvarðandi og starvsfólk, eru liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið, skrivar Tórshavnar kommuna.
Kommunan vil hava at vita, hvussu nøgd fólk eru við tænasturnar á eldraøkinum, og hvussu starvsfólkini trívast, og tí skrivaði kommunan hósdagin undir sáttmála við fyritøkuna Lóður um at gera hesar nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum.
Tí hevur kommunan í dag undirskrivað sáttmála við fyritøkuna Lóður, um at gera nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum.
Kanningarnar eru ein týðandi liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið í kommununi, og hevur Tórshavnar býráð sett sær fyri at loysa avbjóðingarnar á eldraøkinum, m.a. vaksandi tørvurin á starvsfólki og tænastum, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Ein arbeiðsbólkur er settur at lýsa og greina avbjóðingarnar í eldraøkinum, og hesin skal síðani saman við starvsfólkum gera tilmæli um, hvussu eldrarøkið kann virka frameftir. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu er eisini við í tilgongdini.
Brøvini til luttakararnar verða send út nú, og nøgdsemis- og trivnaðarkanningarnar verða gjørdar tær komandi vikurnar. Sambært Tórshavnar kommunu eru allar kanningarnar skipaðar soleiðis, at tær eru dulnevndar. Hetta merkir, at kommunan fær ikki innlit í, hvat hvør hevur svarað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald