Innanlands

Kanna nú fyri koronu hvønn dag á Eystaru bryggju

Fylgt verður neyvt við støðuni og upplatingartíðirnar verða víðkaðar eftir tørvi, boða heilsumyndugleikarnir frá

Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 382 fólk eru í sóttarhaldi - ein rúgva av kanningum eru gjørdar seinastu tíðina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 382 fólk eru í sóttarhaldi - ein rúgva av kanningum eru gjørdar seinastu tíðina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-01 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava heilt nógvar koronukanningar verið gjørdar í Føroyum. Hetta er orsakað av, at fleiri hava fingið staðfest smittuna - talan hevur verið um eina stóra smittuketu í høvuðsstaðnum.

Í gjár vórðu tríggir smittutilburðir staðfestir frá kendari smittuketu - 1747 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Samanlagt eru heili 278.939 koronukanningar gjørdar í Føroyum.

Á heimasíðuni corona.fo verður nú boðað frá, at nú fer sjúkrahúsverkið aftur at kanna fyri koronu hvønn dag á Eystaru bryggju.

- Fylgt verður neyvt við støðuni, og upplatingartíðirnar verða víðkaðar eftir tørvi.

Upplatingartíðirnar í Klaksvík og í Suðuroy eru óbroyttar. Har eru kanningar tríggjar dagar um vikuna - mánadag, mikudag, og fríggjadag. Kanningarstovan Thetis ger eisini regluligar kanningar fyri koronu fyri eitt gjald.

Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 382 fólk eru í sóttarhaldi, skrivar corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder