Innanlands

Kanna orsøkina til ferðsluóhapp

Tveir bilar stoyttu saman í Skálafirði í gjárkvøldið, og enn er ógreitt, hvat orsøkin var

2019-10-14 08:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt ferðsluóhapp, sum hendi í Skálafirði í gjár.

Tað var klokkan 20.19 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðanina um, at tveir bilar vórðu stoyttir saman.

- Enn vita vit ikki, hvør orsøkin er, men tað verður kannað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

Upplýst varð eisini, at trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Um hesi hava fingið nakran skaða veit løgreglan ikki at siga. Bilarnir fingu tó eitt sindur av skaða.

Óhappið órógvaði ferðsluna í økinum í uml. eín tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder