Endaliga almenna úrslitið av fólkatingsvalinum í Danmark er ikki kunngjørt enn. Danski hagstovnurin, Danmarks Statistik, fer ikki at kunngera tølini frá fínteljingini í dag, sum ætlað. Tølini skulu fyrst góðskutryggjast einaferð enn, skrivar Danmarks Statistik í tíðindaskrivi, sambært Ritzau.
Orsøkin er, at úrslitið av valinum gjørdist ógvuliga tætt.
Tað sær eisini út til at ein heilt serlig grein í fólkatingsvallógini, grein 77, 4. stk., verður tikin í brúk í sambandi við uppgerðina hesaferð. Talan er um eina lógaráseting, sum ikki hevur verið brúkt fyrr.
Henda ásetingin sigur, at um ein flokkur fær fleiri umdømisvald fólk, enn samlaða úrslitið gevur samsvarandi samanteljingini fyri alt landið, so varðveitir flokkurin hetta eyka umboðið.
Martin Vinæs Larsen, valgranskari, segði í gjár fyri Politiken, at hann hevur roknað seg fram til, at henda lógarreglan merkir, at sosialdemokratiski flokkurin vinnur ein tingsess meira, enn flokkurin annars hevði fingið, bygt á samlaða atkvøðutalið.
Alt hetta merkir, at Danmarks Statistik eftir avtalu við innanríkisráðið ikki kunnger nøvnini á teimum, ið eru vald á fólkating, fyrr enn tey hava hugt eftir tølunum enn eina ferð fyri at vera vís í síni søk.
Tingmannabýtið verður kunngjørt skjótast gjørligt, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald