Føroya Arbeiðsgevarafelag er í løtuni í holt við at kanna tørvin hjá føroyskum fyritøkum á fleiri tvískattasáttmálum.
Tvískattasáttmálar eru altjóða sáttmálar, sum verða gjørdir millum tvey ella fleiri lond við tí endamáli at sleppa undan, at sama inntøka verður skattað tvær ferðir. Sáttmálarnir tryggja at inntøka, ið verður forvunnin og skattað í einum landi, ikki eisini verður skattað í heimlandinum hjá persóni ella fyritøku. Tað kann eisini vera øvugt.
Kanningin verður gjørd, tí tað er ikki óvanligt, at føroyskar fyritøkur síggja handilsligar møguleikar uttanlands, har tey sum útgangsstøði eru kappingarfør, men tvørligu skattaviðurskiftini landanna millum ger, at tey missa hetta kappingarførið. Hetta er ein óneyðug avbjóðing, ið minkar um møguleikarnar hjá fyritøkunum, skrivar Vinnuhúsið.
Kanningin er eisini ein liður í einum arbeiði hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og landsstýrinum, sum hevur til endamáls at greina nærri, hvørji stig eru neyðug at taka fyri at fáa fleiri tvískattasáttmálar í lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald