Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau fer at seta eitt óheft kanningarfólk at kanna, um Kina ávirkaði valið í Kanada í 2019 og 2021.
Seinastu tíðina hevur Trudeau verið undir trýsti, eftir at kanadiskir miðlar hava borið tíðindi um, at Kina skal hava roynt at ávirka hesi tvey valini.
Tíðindasøgurnar byggja á upplýsingar frá dulnevndum keldum.
Umframt hetta hevur Trudeau eisini biðið tinglimir í kandiska trygdarráðnum um at seta eina kanning í verk, og kanadiska NSIRA (National Security and Intelligence Review Agency) hevur eisini fingið boð um at koma við einari meting um, hvat nú skal gerast.
– Tilsamans skulu hesi tiltøkini geva okkum eina betri fatan av, hvat hendi hesi seinastu tvey valini, sigur Trudeau.
Konservativi flokkurin hevur havt eina meira harða linju móti Kina enn liberali flokkurin hjá Trudeau. Kina hevur tó víst aftur, at landið hevur lagt seg uppí kanadiska valið.
Sambært Ritzau hevur Trudeau fyrr ásannað, at Kina royndi at ávirka valið, men bæði hann og kanadisku fregnartænasturnar hava hildið fast við, at valúrslitini ikki vóru ávirkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald