Innanlands

Kannar harðskapsmál í náttarlívinum

Tveir mans endaðu í einum bardaga í býnum í nátt, og báðir hava fingið eitt sindur av skaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-20 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta náttin hevur verið rættiliga lívlig, og hava nógv fólk verið at sæð í býnum í nátt, sigur løgreglan.

Í hesum sambandi kannar løgreglan eisini eitt harðskapsmál í náttarlívinum. Talan er um tveir mans, sum endaðu í bardaga um trý-tíðina í nátt.

Løgreglan veit ikki so nógv at siga um málið í løtuni, men báðir partar hava fingið eitt sindur av skaða, verður upplýst.

Annars hevur løgreglan givið onkra bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, og ein bilførari í Klaksvík er tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder