Mikudagin koma nýggjar reglur í gildi fyri fólk, sum ferðast til Íslands.
Frá mikudegnum skulu ferðafólk kannast fyri korona tvær ferðir – fyrstu ferð við komu, og aðru ferð fimm dagar seinni. Fyrstu kanningina skulu ferðafólk sjálvi gjalda fyri – kostnaðurin er 400 krónur, um ein skrásetur seg áðrenn komu, annars er kostnaðurin 500 krónur.
Umframt hetta verður kravt, at øll ferðafólk skulu vera í sóttarhaldi fyrstu fimm dagarnar. Fólk verða biðin um ikki at koma í samband við onnur. Tey sleppa ikki á matstovu, bar, í svimjihøllina ella at keypa inn.
Tey hava heldur ikki loyvi at gista í kampingvogni ella á kampingplássi. Tey skulu búgva á gistingarhúsi ella privat, og skulu hava atgongd til egið baðirúm.
Tó hava tey loyvi at koyra ein biltúr ella at fara ein gongutúr, meðan tey eru í sóttarhaldi.
Verður mann staðfestur positivur, verður mann biðin um at avbyrgja seg. Um neyðugt, kunnu íslendsku myndugleikarnir hjálpa við at finna eitt uppihaldsstað, skrivar Ritzau.
Fólk í Íslandi skulu framvegis halda tveir metrar frástøðu og hava gott reinføri, umframt at tey verða biðin um ikki at klemma ella at taka í hondina á fólki. Eisini er tað nú krav at brúka munnbind í almenna rúminum, tá tað ikki er møguligt at hava tveir metrar frástøðu.
Seinastu tíðina er talið á nýggjum smittutilburðum økt í landinum.
Ísland hevur skrásett tilsamans 2.011 smittutilburðir. Sambært íslendsku myndugleikunum eru 121 fólk staðfest smittað í løtuni, 560 fólk eru í sóttarhaldi, og ein koronasjúklingur er innlagdur.
1.880 fólk eru staðfest frísk síðan februar, og tíggju eru deyð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald