Uttanlands

Kanning: 2,2 prosent av danska fólkinum hevur havt korona

Danmark hevur skrásett beint omanfyri 30.000 smittutilburðir – Statens Serum Institut metir tó, at millum 90.000 og 130.000 danir hava verið smittaðir við korona

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-07 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2,2 prosent av danska fólkinum hevur havt korona, sambært kanning hjá Statens Serum Institut.

Frá miðskeiðis í august til tíðliga í september bjóðaði Statens Serum Institut 18.000 borgarum at lata seg kanna fyri andevni móti korona. Bert ein triðingur tók tó av tilboðnum.

Fólkini, ið vórðu tilvildarligt útvald, fingu tikið eina blóðroynd, umframt at tey vórðu biðin um at svara nøkrum spurningum, m.a. um tey høvdu havt sjúkueyðkenni.

Úrslitið av kanningini, sum nú er klárt, bendir á, at munandi fleiri danir hava havt korona, enn stovnurin hevur skrásett. 2,2 prosent av luttakarunum høvdu nevniliga andevni, upplýsir Statens Serum Institut í tíðindaskrivi.

Sostatt metir stovnurin, at 2,2 prosent av danska fólkinum hevði havt korona 15. august. Hetta svarar uml. til, at millum 90.000 og 130.000 danir yvir 12 ár (yngri luttóku ikki í kanningini) høvdu havt smittuna miðskeiðis í august.

Tey, ið svaraðu spurningunum frá Statens Serum Institut søgdu seg hava verið sjúk í minsta lagi eina ferð síðan 1. februar. Hetta bendir á, at uml. helvtin av teimum smittaðu ikki hava havt sjúkueyðkenni.

Úrslitið av kanningini skal tó takast við fyrivarni, tí enn er nógv, sum vit ikki vita um nýggja koronavirusið, og tað er heldur ikki greitt, um øll, sum hava havt smittuna, menna andevni.

Tó vísir Statens Serum Institut á, at tá bert nøkur fá prosent av fólkinum hava verið smittað, hevur tað eydnast væl at verja fólkið móti smittuni.

90.000 – 130.000 er eitt munandi hægri tal enn tey 30.379 tilburðirnir, sum eru skrásettir í Danmark, og sostatt er talan um eitt sera høgt myrkatal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder