Innanlands

Kanning: 54 prosent taka undir við fosturtøku til og við 12. viku

Spyr.fo hevur gjørt spurnakanning fyri Kringvarpið

(Savnsmynd: Ritzau)

(Savnsmynd: Ritzau)

2024-01-09 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag, tekur meira enn helmingurin av føroyingum undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku.

Góð 54 prosent av teimum spurdu siga seg taka undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku, meðan 34 prosent siga, at tey taka ikki undir við tí. 11 prosent siga seg ikki vita.

Av kvinnunum, sum vórðu spurdar, siga 60 prosent seg taka undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku, meðan góð 30 prosent siga seg ikki taka undir við tí.

50 prosent av monnunum siga seg taka undir við tí, meðan 37 prosent siga, at teir taka ikki undir við tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder