Uttanlands

Kanning: 76 prosent stúrin um heilsuna hjá Biden

Sum 81 ára gamal hevur sitandi amerikanski forsetin ikki nóg góða heilsu at sita fýra ár afturat, halda tríggir fjórðingar av veljarunum, sum NBC News hevur spurt

Joe Biden var 78 ára gamal, tá hann gjørdist forseti í januar 2021, og harvið gjørdist hann eisini tann elsti, ið nakrantíð hevur yvirtikið forsetaembætið í USA (Mynd: EPA)

Joe Biden var 78 ára gamal, tá hann gjørdist forseti í januar 2021, og harvið gjørdist hann eisini tann elsti, ið nakrantíð hevur yvirtikið forsetaembætið í USA (Mynd: EPA)

2024-02-11 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir fjórðingar av amerikonskum veljarum eru stúrin um aldurin og heilsuna hjá sitandi forsetanum, Joe Biden, sum stillar uppaftur á forsetavalinum í november. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá NBC News.

Tilsamans 76 prosent av teimum spurdu siga, at Biden sum 81 ára gamal ikki hevur nóg góða sálarliga og kropsliga heilsu at sita eitt valskeið afturat í Hvítu Húsunum. Hetta søgdu 54 prosent av teimum demokratisku veljarunum, 81 prosent av teimum óheftu veljarunum, og 95 av teimum republikansku.

Bert 48 prosent av veljarunum siga hinvegin, at 77 ára gamli fyrrverandi forsetin, Donald Trump, sum eisini stillar uppaftur í ár, ikki hevur nóg góða heilsu at taka eitt valskeið afturat.

1000 skrásettir veljarar luttóku í kanningini, sum varð gjørd í døgunum 26.-30. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder