Uttanlands

Kanning: Amerikanarar hava ikki álit á Secret Service

Bert tríggir av tíggju amerikanarum siga, at teir eru sera sannførdir um, at trygdartænastan, sum hevur ábyrgdina av trygdini hjá amerikanskum forsetum, klárar at gera sítt arbeiði

Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi forsetavalevnið hjá Republikanarunum, Donald Trump varð raktur í oyrað, tá ein 20 ára gamal maður skeyt eftir honum á einum veljarafundi í Pennsylvania 13. juli (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi forsetavalevnið hjá Republikanarunum, Donald Trump varð raktur í oyrað, tá ein 20 ára gamal maður skeyt eftir honum á einum veljarafundi í Pennsylvania 13. juli (Mynd: EPA)

2024-08-04 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvir amerikanarar hava ikki longur fult álit á, at trygdartænastan Secret Service klárar at gera sítt arbeiði.

Tað vísir ein spurnakanning, sum tíðindastovan AP hevur almannakunngjørt.

Secret Service hevur verið fyri nógvum atfinningum, síðan Donald Trump, fyrrverandi forseti og núverandi forsetavalevni hjá Republikanarunum, var fyri morðroynd á einum veljarafundi í Pennsylvania 13. juli. Tað var eisini orsøkin til, at táverandi stjórin Kimberly Cheatle fór úr starvi 23. juli.

Sambært kanningini hjá AP siga bert tríggir av tíggju amerikanarum, at teir eru sera sannførdir um, at Secret Service klárar at verja forsetavalevnini undan valinum í november.

Sjey av tíggju amerikanarum halda eisini, at Secret Service hevur ein part av ábyrgdini fyri tað, sum hendi 13. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder