Fleiri enn 3000 starvsfólk hjá 70 ymiskum fyritøkum í Stórabretlandi luttaka í løtuni í einari kanning, sum inniber, at tey bert skulu arbeiða fýra dagar um vikuna uttan at fara niður í løn.
Fólkini handan hesa kanning siga, sambært Ritzau, at hetta er tann størsta av slíkum kanningum í heiminum.
Starvsfólkini fáa sostatt fulla løn komandi hálva árið, hóast tey bert arbeiða 80 prosent av vanligu arbeiðstíðini. Starvsfólkini hava tó skyldu til at vera eins produktiv og áðrenn.
Tað er felagsskapurin 4 Day Work Week Global, sum skipar fyri kannignini saman við tankasmiðjuni Autonomy og granskarum frá Cambridge University, Oxford University og Boston College.
Granskarar skulu kanna, hvussu ein arbeiðsvika á fýra dagar ávirkar avrik, starvsfólkatrivnað, arbeiðsumhvørvi og javnstøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald