Uttanlands

Kanning: Biden kláraði seg best í orðaskiftinum

Sambært meiningakanning, sum CNN hevur latið gera, halda seks av tíggju hyggjarum, at demokratiska forsetavalevnið kláraði seg betur enn sitandi forsetin, Donald Trump, tá orðakifti var í Ohio í nátt

Demokratiska forsetavalevnið Joe Biden (Mynd: EPA)

Demokratiska forsetavalevnið Joe Biden (Mynd: EPA)

2020-09-30 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í orðaskiftinum millum forsetavalevnini til amerikanska forsetavalið 3. november, var tað Joe Biden, sum kláraði seg best, vísir ein kanning sum greiningarstovnurin SSRS hevur gjørt fyri CNN.

Sambært kanningini halda seks av tíggju hyggjarum, at Joe Biden kláraði seg best í orðaskiftinum, men bert 28 prosent halda, at Donald Trump vann.

Sambært Ritzau er hetta úrslitið ikki ólíkt tí, sum varð gjørt eftir fyrsta orðaskiftinum, tá valið stóð millum Hillary Clinton og Donald Trump í 2016.

Tá svaraðu 62 prosent av teimum spurdu, at Clinton kláraði seg best, meðan 27 prosent hildu, at Trump kláraði seg best.

[object Object](Mynd: EPA)

Undir orðaskiftinum í nátt royndi Donald Trump at órógva Biden við ferð eftir ferð at bróta hann av. Tað endaði við, at Biden kendi seg noyddan at biðja hann "halda kjaft".

Sí eisini: Video: Keglið millum Trump og Biden

Í kanningini hjá CNN verður eisini spurt inn til persónsálopini.

69 prosent av teimum spurdu halda, at álopini hjá Biden á Trump vóru í lagi, men bert 32 prosent halda tað sama um álopini hjá Trump.

Meginparturin av teimum spurdu søgdu seg eisini vera demokratar – 39 prosent, meðan 25 prosent søgdu seg vera republikanarar. 36 prosent svaraðu, at tey eru óheftir veljarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder