Nú er eitt ár síðani, at Stórebretland endaliga fór úr ES, og fimm og eitt hálvt ár eru liðin, síðan fólkaatkvøðuna, har ein meiriluti atkvøddi fyri at fara úr ES.
Men meirilutin heldur ikki, at skilnaðurin millum Stórabretland og ES – Brexit – hevur eydnast væl.
Ein kanning vísir, sambært The Guardian, at seks av tíggju veljarum eru ónøgdir við gongdina.
42 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri at fara úr ES á sumri í 2016 eru ikki nøgd við, hvussu Brexit hevur eydnast higartil. 26 prosent søgdu, at tað hevði gingið verri enn væntað, meðan 16 prosent søgdu seg hava roknað við, at tað fór at ganga illa, og at tað hevði víst seg, at tey høvdu rætt.
Av teimum, sum atkvøddu ímóti at fara úr ES, hildu 86 prosent, at tað hevði gingið illa ella verri enn væntað. Tilsamans 14 prosent av teimum spurdu hildu, at Brexit hevði eydnast betri, enn tey høvdu væntað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald