Uttanlands

Kanning: Færri verða innløgd við omikron

Sambært bretskari kanning, er vandin at verða innlagdur við koronu tríggjar ferðir minni hjá teimum, sum verða smittað við omikron-frábrigdinum, enn hjá teimum, sum verða smittað við delta-frábrigdinum

Royal London Hospital (Mynd: EPA)

Royal London Hospital (Mynd: EPA)

2022-01-01 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vandin fyri at verða innlagdur hjá teimum, sum verða smittaði við omikron-frábrigdinum av koronu, er umleið tríggjar ferðir minni enn hjá teimum, sum verða smittað við delta-frábrigdinum.

Tað framgongur í einari bretskari kanning, sum bretska heilsustýrið hevur gjørt í samstarvi við Cambridge University.  Bretskir granskarar hava hugt nærri at einari millión smittutilburðum, sum eru staðfestir seinastu vikurnar við báðum frábrigdum.

Hóast talið á innleggingum í Stórabretlandi er byrjað at vaksa, eru ábendingar um, at omikron er mildari. Susan Hopkins, ovasti ráðgevi hjá bretska heilsustýrinum undirskrivar tó, at tað enn er ov tíðliga at gera sær nakrar niðurstøður um innleggingar.

– Vaksandi talið á tilburðum, sum verða staðfestir millum persónar yvir 60 ár í Onglandi ger tað sannlíkt, at meira trýst fer at koma á heilsuverkið komandi vikurnar, sigur hon sambært Ritzau.

Eins og onnur evropeisk lond í hesum døgum, skrásetur Stórabretland eisini metnógvar smittutilburðir. Talið á innleggingum er eisini vaksandi, men tó hevur talið á sjúklingum, sum hava havt brúk fyri andingartóli ikki verið vaksandi í desember í mun til onnur tíðarskeið undir hesari farsóttini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder