Uttanlands

Kanning: Japanskar fyritøkur ynskja ikki OL í summar

56 prosent av 11.000 fyritøkum, sum luttóku í kanningini ynsktu, at tað skuldi útsetast ella avlýsast, meginparturin av teimum størstu fyritøkunum ynskja tó, at OL skal haldast í summar sum ætlað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-15 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein meiriluti av japanskum fyritøkum ynskir at OL, sum skal vera í Tokyo í summar, verður avlýst ella útsett enn einaferð. Orsøkin er korona.

Hetta vísir ein spurnakanning, sum Tokyo Shoko Research hevur gjørt.

Fleiri enn 11.000 fyritøkur vórðu spurdar, og 56 prosent vóru fyri at avlýsa ella útseta OL.

Hetta er ein lítil øking í mun til í august 2020, tá ein líknandi kanning vísti, at 53,6 prosent av fyritøkunum ynsktu at útseta ella avlýsa.

Í august hildu 22,5 prosent av fyritøkunum, at OL skuldu haldast sum ætlað í døgunum 23. juli – 8. august. Í nýggjastu kanningini var talið farið niður á 7,7 prosent.

Fleiri enn 70 prosent av fyritøkunum siga eisini, at tað fer at hava lítla ella onga ávirkan á teirra fíggjarstøðu, um OL í Tokyo verður avlýst ella útsett enn einaferð.

Spurnakanningin varð gjørd yvir netið í døgunum 1. – 8. februar.

61 av størstu fyritøkunum vilja hava OL sum ætlað

Sambært Ritzau er tað tó eitt annað úrslit, sum kom fram, tá 100 tær størstu fyritøkurnar í Japan luttóku í spurnakanning í januar.

Har ynskti ein greiður meiriluti, at OL skal fara av bakkastokki í juli 2021 sum ætlað.

61 av teimum 100 fyritøkunum ynsktu, at OL skuldu haldast í summar – antin fullkomiliga sum ætlað ella í einari minni útgávu.

Ein kanning, sum varð gjørd millum íbúgvar í Tokyo í februar vísti tó, at 61 prosent av teimum ynskja at avlýsa ella útseta OL. Undirtøkan fyri hesum er tó minkandi.

Les eisini: Japan: Færri eru ímóti at hava OL í summar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder